Kári leingir við HB

Kári Nielsen og HB hava skrivað undir sáttmála, sum bindur skopuningin at felagnum næstu trý árini. Tað skrivar HB á heimasíðu felagsins. Kári hevur verið partur av hópinum hjá HB seinastu sjey árini, og hann hevur markerað seg sum ein sera týðandi partur av defensiva miðvøllinum hjá felagnum. Seks ferðir hevur hann eisini spælt á føroyska A-landsliðnum