Kári á Høvdanum var í hylinum í innleiðandi heatunum í 50 metra rygg í morgun.
Tíðin hjá Kára gjørdist 26,37 sekund, og er hetta 27/100 partar seinni enn tilmeldingartíðin.Tíðin rakk til eitt pláss sum nummar 28.
Kári legði annars væl út, og var væl við, men vendingin var ikki nóg góð, og hetta kostaði.