Nú er tað greitt, at tað verða Kári P. Højgaard og Karsten Hansen, sum verða landsstýrismenn fyri ávikavíst Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin.
Kári P. Højgaard verður landsstýrismaður í innlendismálum. Onkur málsøki, sum higartil hava verið í innlendismálaráðnum, verða flutt aðrastaðni. Eitt nú verða orkumál flutt í vinnumálaráðið.
Karsten Hansen verður landsstýrismaður í heilsumálum.
Kári P. Højgaard, sum hevur verið valdur tingmaður síðani 2002, og sum var á tingi skeiðið frammanundan, tá ið Sámal Petur í Grund var landsstýrismaður, hevur ikki áður verið í landsstýrinum. Karsten Hansen hevur verið landsstýrismaður í fíggjarmálum 1998-2004 og aftur átta mánaðir í 2008. Í fyrra førinum umboðaði hann Tjóðveldisflokkin, og í seinna førinum umboðaði hann Miðflokkin.
Karsten Hansen, sum er 67 ára gamal og elstur í nýggja landsstýrinum, er tann einasti í nýggja landsstýrinum, sum ikki varð valdur á løgtingsvalinum 29. oktober í ár. Hann er fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum.