Eftir dystin fingu vit orð á ein vónbrotnan VB-venjara, Kára Horn, sum peikaði á, at tær serliga komu at renna aftaná í seinna hálvleiki, og at tað annars vóru ymsar orsøkir til tapið.
- Ein partur av tí er rutina, og so hava vit eisini nakrar leikarar, sum ikki raka dagin í dag. Eg vil siga, at vit eru eina tonn aftanfyri allan seinna hálvleik. Tað eru kanska nervar, ið spæla inn, vísir Kári á.
Hann sigur seg hóast alt vera nøgdan við silvurið, og at nøsin nú aftur verður mótvegis landskappingini, har tær eru tvey stig aftanfyri Stjørnuna um at koma í FM-finaluna.
- Burtursæð frá at vit ikki vunnu í dag, so hevur tað gingið øgiliga væl og vit hava møguleikan at vinna meiri, so tað er bara at bjóða av, sigur Kári Horn, sum at enda eisini peikar á góðu karmarnar undir finaluni, sum hann metir vera tað stuttliga við hondbóltinum og sum hansara lið spælir fyri.