Aftur í dag settu neistakvinnur tingini uppá pláss teir seinastu 10 minuttirnar, tá tær á útivølli á Skála vunnu 31-25 á StÍF. Ì steðginum var StÌF á odda 17-15, men Neistin átti fleiri kreftir ímóti dystarenda.
Og venjarin hjá Neistanum, Kári Horn kundi enn einaferð staðfesta í samrøðu við Trónd Arge á Rás2, at hansara lið eigur nógv í sær ta seinastu løtuna.
Tróndur Arge fekk eisini orðið á venjaran hjá VÌF/Tjaldri, Jan Ottosen, sum kundi fegnast um enn ein eittmáls sigur, hesaferð á heimavølli í Runavík ímóti VB. Jan Ottosen slær fast, at um Kyndil og VÌF/Tjaldur ikki dumma seg á vegnum, so spæla liðini ein ógvuliga avgerandi dyst í Vestmanna, mikukvøldið 27. mars um hvør av teimum skal møta Neistanum í FM-finaluni.
Tað ber til at hoyra prátini við Kára Horn og Jan Ottosen undir greinini.










