Kórið hjá Jóhan heldur adventskonsert í Fríðrikskirkjuni

Klokkan 20 sunnukvøldið 28. november, verður ein rættiliga fjølbroytt konsert í Fríríkskirkjuni Hesi seinastu árini hevur tað verið vanligt at ?Kórið hjá Jóhan? hevur skipað fyri jólakonsert fyrst í adventini.

Kórið stendur eisini sum fyriskipari í ár og fer við sínum sangi at seta sín dám á fyrsta sunnudag í advent, men kortini er konsertin nakað øðrvísi enn undanfarin ár.

Í ár verða nógvir musikkskúlanæmingar í Nes Sóknar Musikkskúla við í konsertini. Næmingarnir skipa eitt orkestur, ið telur einar tjúgu spælarar. Hetta orkestrið fer at spæla undir hjá kórinum í tveimum sangum. Í orkestrinum eru violinir, cello, horn, tvørfloytur og klarinettir.

Eisini tónleikanæmingar í 9. flokki í skúlanum við Løkin fara at spæla og syngja. Ein sangbólkur mannaður við tíggju monnum verður eisini við.