Kári hevur givið avboð

Fleiri avloysarar til miðvallarplássini eru burtur, og tað ber við sær, at Rókur Jespersen beinanvegin er komin longri fram í røðina

Tað eru 21 og ikki 22 spælarar í føroysku leguni. Tað vil siga, at bara ein og ikki tveir spælarar skulu sáldast frá og setast út millum áskoðararnar í morgin.

Kári Nielsen úr HB var úttikin, men hann hevur orsaka av skaða givið avboð. Kári var ein av teimum, sum hava kappast um avloysarapláss, sum hava staðið í røðini aftanfyri Mikkjal Thomassen og Súna Olsen.

Nú er rættuliga farið at tynnast í tí røðini. Sámal Joensen hevur leingi verið skaddur. Pauli G. Hansen er skaddur, nú er Kári Nielsen skaddur, og Atli Danielsen, sum í Frem er sentralur miðvallari, er leikbannaður.

Rókur av Fløtum Jespersen er fyri fyrstu ferð á a-landsliðnum. Nýggi HB liðformaðurin er sentralur miðvallari. Eftir mongu avboðini stendur hann beinanvegin longri frammi í røðini, enn tað inntil fyri heilt stuttum tóktist, at hann stóð.