Kári heldur fram

KÍF hevði helst tað besta kappingarárið í eini 15 ár, tá ið teir síðsta kappingarár endaðu á einum triðja plássi í bestu deildini. Hetta var ikki minst takka verið venjaranum, Kára Mortensen, sum koyrdi á liðið alt árið. Og tað verður aftur Kári Mortensen, sum skal standa á odda fyri kollfirðingum komandi kappingarár. Hvussu fer at ganga hjá teimum ber sjálvandi bert til at gita um, men vísa teir sama spæl, sum teir vístu í fjør, so kann tað røkka til enn eitt gott úrslit.