Hóttan loysir møguliga ongar trupuleikar, men tað eru mørk fyri hvussu framtíðin fyri tann einstaka Føroyingin verður handfarin av politiska myndugleikanum.
Tað var ikki Jenis av Rana, sum var við til at skerja blokkin við heili 367 milliónum krónum, og hesin peningur hevði verði komin væl við nú, tá leita verður eftir peningi millum annað til tólini, ið nýtast skulu í nýggja sjúkrahúsbygninginum. Her skuldi ikki verði neyðugt at leita eftir peningi, men spurningurin skuldi verði, hvussu nógvur peningur tørvur var á og síðan játta hann, tí henda íløga kemur øllum Føroyingum til góða. Ístaðin velur man at hugsa stuttsykta og "geva" part av peningi burtur, sum vit meta okkum at "eiga" tá annað ikki er prógvað. Tí vildi Miðflokkurin hava eina fíggjarliga uppgerð millum Føroyar og Danmark, áðrenn blokkurin var lakkaður við 367 milliónum krónum, men hetta lat seg ikki gera?
Eg eri tjóðskaparmaður, tað skal ikki verða nakar ivi um. Men ein sjálvberandi búskap og eitt satt Tjóðarfrælsi verður ikki skapt í Føroyum við at skerja blokkin. Hetta verður millum annað skapt í hjørtunum á okkum Føroyingum, við Tjóðskaparkensluni fyri okkara landi, við nýhugsan, nýggjum framleiðslum, øktum útflutningi o.s.v. Vit nýtast ikki at "sova" á nøkrum blokki.
Kári góði, tað hjálpir ikki at tosa um loysnir, og ongum loysnum koma við. Tað nyttar heldur onki at hava hugsjónir og visiónir, og ikki kunna siga frá hvørjar tær eru, ella ikki kunna skriva tær niður á blað. Tað er uppá tíðina at onkur polittikari í Løgtinginum nú smekkar nevan í borði, og sigur at tað vit hava sett í gongd mega vit nú gera liðugt, og tað sum skjótast. Serliga tá talan er um eitt øki sum tað Føroyska Sjúkrahúsverkið, ið tænir okkum øllum Føroyingum.
Tú sigur í grein í sosialinum 10 jan. 2003 at "Samgongan hevur tosa nógv um nýggja bygningin hjá Landsjúkrahúsinum, og tað er púra greitt fyri samgonguna, at málið skal loysast".
Spurningurin er so bara nær 2003 ?2005 ? 2010????? samgongan má hava sett sær eitt mál. Tí nyttar tað onki, um tú Kári væntar ella ikki væntar, at hesin bygningur fer at standa tómur leingi ella ikki. Tí má eg siga, at er tað sum tú sigur, at samgongan er samd um at loysa málið, so má samgongan vælsaktans verða samd um nær hetta mál skal loysast, og at borgarin kann fáa hetta at vita.
Vóni at tingmaður MIÐFLOKSINS Jenis av Rana verður tikin í álvara, og hetta setur nakrar tankar í gongd og peningur verður játtaður so arbeiðið ikki verður lagt stilt, øllum Føroyingum at frama.