Kári forhálar fólkaræði

– Eg ætli mær at brúka teir 10 yrkadagarnar, sum mær er heimilað, til at svarað Høgna Hoydal og Aksel V. Jo­hannesen.
Soleiðis segði Kári P. Høj­gaard við úvarpið leyg­ar­dagin.

Og Kári P. Højgaard hev­ur púra rætt, tá hann sig­ur, at honum er heimilað 10 dagar at svara einum grein 52 spurningini frá løg­tings­monn­um.

Men eins og við lógini um al­ment innlit, so merkir tað ikki, at landsstýrismaðurin skal brúka 10 yrkadagar, sum merk­ir í minsta lagi tvær vik­ur.

Men hetta er almenni for­hál­ings­pol­i­tikk­ur­in, sum lands­stýr­is­mað­ur­in í inn­lend­is­mál avdúkar.

Hann kundi saktans svar­að beinanvegin. Men hann veit, at hann kann forhálað svar­ið soleiðis, at hesir ting­menn­i­nir ikki fáa svarið fyrr enn í all­ar­síðstu løtu.

Áhugavert at hoyra, hvussu ein lands­stýr­is­mað­ur ger fyri at for­hála fó­lka­ræði.