Kári fekk 11 síl + eitt uppá 685 gramm

FISKIKAPPING: Eitt sum mangir frítíðarfiskarar síggja fram til er tann árliga kappingin við Eiðisvatn.

Um vikuskiftið skipaði Stuðlafelagið hjá EB/Streymi fyri hesi afturvendandi fiskikappingini, har eisini onnur tiltøk vóru á skránni.

Byrjað varð fríggjakvøldið og á middegi í gjár varð gjørt upp, hvør hevði fiskað størsta sílið. Hesaferð hevði ein eisini gjørt av at heiðra tann, sum hevði veitt flest síl.

Fiskikapingin var sum vera man tað størsta tiltakið. Og í ár var eingin ivi um, hvør vann: Kári Sólsker úr Æðuvík gjørdist stóri vinnarin. Eitt er tað, at hann fekk bæði tað størsta og triðstørsta sílið, ið vigaðu ávikavist 685 og 675 gramm. Men Kári var eisini tann, ið fekk flestu sílini, - nevniliga 12 í tali. Tískil kundi hann ovurfegin fara til húsa aftur við ikki færri enn trimum steypum.

Næststørsta sílið fekk Andrias Hansen. Hetta sílið vá 680 gramm. Leggjast kann aftrat, at fyri tveimum árum síðani gjørdist Andrias eisini nr. 2.

Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at eins og undanfarin ár var góð luttøka til fiskikappingina. Og haraftrat var hýrurin góður á fólki.

MYND:

Ungi æðuvíkingurin, Kári Sólsker (høgrumegin) vann ikki færri enn trý steyp um vikuskiftið, meðan Andrias Hansen fekk steyp fyri næststørsta sílið

(Mynd: EB/Streymur.fo)