Kórið Eystanljóð til verka aftur

Aftan á ein stuttan summarsteðg byrjar kórið Eystanljóð, fyrr felagskórið Gøta/Leirvík, venjingarnar aftur týsdagin 16. Sept. Kl. 19.30 Vant verður hvørt týskvøld í ovastu hædd á 29 skúlanum við Gøtugjógv. Hettar er annað árið á klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen fer at venja kórið. Í kórinum eru um 30 fólk í aldrinum 18 til 70 ár. Fyri jól verður fyrst og fremst vant fram ímóti jólakonsertum, ið verða hildnar í Vesturkirkjuni og í Gøtu Kirkju sunnudagin 7. desember. Konsertirnar verða saman við Tórshavnar Manskóri. Nú kórið byrjar aftur upp á eitt nýtt sangár eru nýggir sangarar hjartaliga vælkomnir. Kórið syngur bæði traditionellan og nýggjan tónleik, kirkjutónleik og verðsligan tónleik, føroyskt og útlendskt. Ein og hvør við áhuga fyri sangi kann luttaka. Allir sangir verða lagdir út á netið, so møguligt er at venja stemmur heima.