- Eg eri ovfarin av dreingjunum. Eg haldi teir spældu ein fantastiskan dyst í dag. Orðini eigur Kári Nielsen U21 landsliðsvenjari.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Kára Nielsen aftaná minniliga 28-24 (16-14) sigurin hjá føroyska U21 landsliðnum á bólkafavorittunum, Sveis í HM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn. Í sama bólki vann Finnland fyrr í dag 36-30 á Ísrael.
Kári Nielsen er sera fegin um, at nógvir av hansara spælarum traðkaðu í karakter í dag, og tað var sera avgerandi, at nógvir skutu málini. Fyrr hevur nógv hingið á Áka Egilsnes, men í dag var ikki so lætt hjá sveisarunum at verja seg fyri føroysku álopunum, tí vit høvdu fleiri fýramáls og trímálsskjúttar.
Kári Nielsen er saman við venjaratoyminum longu farin í holt at fyrireika liðið til dystin ímóti Ísrael, sum verður í morgin klokkan 18. Kári Nielsen sigur, at Ísrael spælir skjótan hondbólt, men hinvegin so mistu teir eisini nógvar bóltar í dystinum ímóti Finnlandi í dag. Tað ræður um hjá føroyska liðnum at halda høvdið kalt ímóti Ísrael. Í morgin fyrrapart fer hópurin ein spákitúr, og so liggur í kortinum, at ein venjing verður millum klokkan 12 og 13 í morgin.
Tróndur Arge sigur frá dystinum ímóti Ísrael á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 17.40.










