Kári bað um fyrigeving

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur í vikuni sagt við fjølmiðlar, at seinasta umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum í Norðoyggjum var Asbjørn Joensen, sáli. Hetta er ikki rætt, tí árini frá 1994 til 1998 umboðaði Álvur Zachariasen Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum.
- Eg eri sera harmur um, at eg havi sagt hetta, og eg havi ringt til Álvur og sonin Kristian Eli fyri at biðja um fyrigeving, sigur Kári P. Højgaard.