Ákærdur fyri óvanliga grova neyðtøku

Ein maður er ákærdur fyri eina óvanliga grova neyðtøku eina náttina herfyri, har hann eisini var serstakliga harðligur ímóti kvinnuni Tvær ferðir royndi hann at neyðtaka somu kvinnu, men fyrru ferðina miseydnaðist tað, tí kvinnan bardust ímóti og slapp til rýmingar.

Men stutt eftir fekk maðurin fatur á somu kvinnu og tá fullførdi hann neyðtøkuna.

Men maðurin er eisini ákærdur fyri at hava verið ógvuliga harðligur ímóti kvinnuni, skrivar Sosialurin í dag.

Í sambandi við neyðtøkuna tók hann kvørkratak á hana og takið var so fast, at hon svímaði og harumframt fekk hon merki, skurðsl og sár ymsastaðni á kroppinum.

Tá ið kvinnan gjørdi neyðtøkumanninum greitt, at hon fór at melda, hótti hann hana við lívinum fyri at fáa hana at tiga.

Maðurin játtaði seg ikki sekan, tí hann sigur, at hann minnist lítið og onki.

Málið er ikki liðugt viðgjørt, men tá ið tað verður tikið uppaftur seinni, verður tað fyri afturlætnum hurðum.