Ákærdur fyri tríggjar brotsgerðir

Ákæra varð í gjár reist í Føroya Rætti ímóti manninum, ið er skuldsettur fyri at hava sett eld á matstovuna Marco Polo í Havn tann 18. oktober í 1998. Tvær aðrar skuldsetingar eru nú eisini reistar móti sama manni

John Johannessen


Tann 26 ára gamli, ið hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani oktober í fjør, meðan løgreglan hevur kannað málið um eldásetingina á matstovuna Marco Polo í Havn, var í Føroya Rætti í gjár ákærdur fyri hetta brotsverk.

Harafturat varð tann 26 ára gamli eisini ákærdur fyri at hava goldið einum øðrum fyri at seta eld á Skáan tann 11. januar 1997 og fyri at hava stolið pening úr peningakassanum hjá Marco Polo, tá hann tann 18. oktober í fjør setti eld á matstovuna.


Noktar seg sekan

Ákærdi noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Í sambandi við Marco Polo eldin heldur hann fast við frágreiðingina hann gav, tá hann varð handtikin.

Hann sigur, at hann var á Rio Bravo og át hetta kvøldið, áðrenn hann fór niðurundir í náttklubban Casa Blanca. Men hann sigur, at hann var ikki í býnum um tað mundið, tá eldurin varð ásettur. Hann gekk sær niðan í Steinatún um midnáttarleitið, har hann fann sær ein hýruvogn, ið koyrdi hann beinleiðis til hús, har hann var stutt eftir midnátt.

Løgreglan hevur funnið ein ein lykil, ið passar til Marco Polo, í mappuni hjá tí ákærda. Hetta heldur ákærdi tó ikki vera løgi, tí hann er jú partaeigari í matstovuni, og hann var eisini við at stovna matstovuna.

Men tá ákærin førdi fram, at lásaskipanin var broytt, eftir at ákærdi var givin at arbeiða í matstovuni, svaraði ákærdi, at hann einaferð eftir Ólavsøku í fjør var í matstovuni eftir nøkrum høsnarungum, ið hann átti, og førdi hann fram, at hann tá kundi havt tikið sær lykilin. Ákærdi legði tó dent á, at hann ikki hevði nakað við eldásetingina at gera.


Skáin

Ákærdi er eisini ákærdur fyri at hava boðið einum 10.000 krónur fyri at seta eld á bygningin, har Pizzaria, Skáin og Hollywood halda til. Ákærdi hevur sjávur arbeitt á Pizzaria, og varð hann uppsagdur tá staðið skifti leiðara.

Hann hevði sjálvur sagt, at um ávísi leiðarin kom til ræði, so segði hann upp, men tá hevði nýggi leiðari sagt, at tað nýttist hann ikki, tí nú var hann uppsagdur.

Tann, ið hevur sett eld á Skáan hevur greitt løgregluni frá, at ákærdi í Marco Polo málinum beyð honum 10.000 krónur fyri illgerðina.

Seinnapartin í gjár var farið undir at avhoyra tey 11 vitninum í málinum.

Eldásetingin í Skáanum varð framd tann 11. januar 1997.