Fríggjadagin í seinasti viku handaði ákæruvaldið Føroya rætti ákæruritið í málinum um tann horvna Dánjal Petur Hansen.
Bara ein lítil partur av ákæruritinum snýr seg um tað málið, og maðurin, sum síðan november í fjør hevur siti varðhaldsfongslaður, er ákærdur fyri manndráp.
Politiið hevur alla tíðina sagt, at Dánjal Petur Hansen hvarv fríggjanáttina 4. november í fjør, men varðhaldsfongslaði maðurin er skuldsettur fyri onkrastaðni í tíðarskeiðinum frá fríggjadegi 4. november til týsdag 15. november kl. 12 at hava dripið Dánjal Petur Hansen. Týsdagurin 15. november var dagurin, tá ið tann ákærdi maðurin varð handtikin.
Um tað skuldi hent, at nevningarnir frídøma tann ákærda mannin fyri manndráp, hevur ákæruvaldið í øðrum, lagi at hava luttikið í manndrápi, í triðja lagi á ein ráan, ógvusligan ella vandamiklan máta at gjørt seg inn á mannin, sum doyði av tí, og í fjórða lagi tikið lut í tí.
Ákæruvaldið veit ikki, hvussu tað hendi, men tað heldur, at maðurin hevur sligið ella stungið Dánjal Petur Hansen.
Einki verður sagt um, hvat ákærurnar byggja á.
Varðhaldsfongslaði maðurin er eisini ákærdur fyri dokumentfalsan við at hava stolið eitt gjaldskort og skrivað falskt undir eitt útgjaldsskjal, men hann fekk ongan pening útgoldan, tí bankafólkið vildi ikki gjalda út.
Somuleiðis er hann ákærdur fyri roynd at svika, tá ið hann bað bankan geva sær pin-koduna til kortið, sum hann segði seg hava loyvi at hana. Men bankafólkið kendi hann og vildi tí ikki útflýggja honum koduni.
Omaná tað er hann ákærdur fyri dátusvik, tí hann útvegaði sær upplýsingar um gjaldskortið, sum hann einki átti í og tók pening út av kontuni.
Ákæruvaldið hevur enn ikki sett fram nakað krav um revsing , men krevur mannin, sum er útlendingur, vístan av landinum, og at endurgjald verður reist móti honum.
Av tí at tann ákærdi kann fáa dóm oman fyri fýra ára fongsulsrevsing, verður málið lagt fyri nevningating.
Nevningatingið verður sett mánadagin 5. november.