Ein maður, sum er í 40'unum, situr í løtuni í Føroya Rætti, har hann er ákærdur fyri at hava framt harðskap í fleiri førum. Allar hendingar eru farnar fram í eini størri bygd uttan fyri miðstaðarøkið
Maðurin er ákærdur fyri at hava sligið eitt starvsfólk á einum skeinkistað í bygdini fleiri ferðir. Hetta starvsfólkið var í rættinum í morgun og greiddi frá hendingini.
Harumframt er maðurin ákærdur fyri at hava sligið táverandi sambúgva sín í fleiri førum, og hann er eisini ákærdur fyri at hava hótt sambúgvan.
Maðurin noktar seg sekan í øllum ákærum.