Ein maður er nú ákærdur fyri at havna neyðtikið eina unga kvinnu. Hann er ákærdur fyri at neyðtaka somu kvinnuna tvær ferðir, men hendingarnar høvdu einki samband við hvørt annað, tí eftir ákæruni var tað ein góð vika ímillum báðar neyðtøkurnar.
Í sama viðfangi er maðurin eisini ákærdur fyri harðskap ímóti kvinnuni. Í hesum sambandi skal hann hava tikið kvørkratak á henni og sligið hana við knýttum neva, og við lógvanum bæði í andlitið og ymsastaðni á kroppinum, áðrenn hann helt henni og neyðtók hana.
Maðurin vil ikki játta seg sekan í ákærunum. Tey bæði kendu hvønn annan og tey hava verið í parlagi fyrr.