Ákærdur fyri at hava neyðtikið systir

53 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri tilsamans fimm tilburðir av siðamisbroti og neyðtøku, noktar seg enn sekan í øllum ákærum. Tó játtar hann seg lutvíst sekan í, í tveimum førum at hava verið ónæriligur, hetta móti eini 12 ára gamlari gentu og einari17 ára gamlari gentu

Hetta varð greitt, tá málini vóru fyri í Føroya Rætti í gjár, mánadagin.

Bæði verjin hjá ákærda, Christian Andreassen og umboðið fyri ákæruvaldið, Turid D. Hentze, ynsktu at rættargongdin skuldi fara fram fyri læstar dyr meðan vitnini blivu avhoyrd, og at navnaforboð skuldi leggjast á vitni og skuldsetta.

Tilsamans varð maðurin ákærdur fyri, í fimm førum, at hava borið seg ósømiliga at móti ungum gentum og kvinnum. Ákærurnar móti manninum, fevna um neyðtøku, neyðtøkuroynd og aðra kynsliga samveru enn samlegu.

Maðurin er ákærdur fyri, at hann skal hava gjørt seg inn á tvær smágentur, 8 og 12 ára gamlar, og tvær aðrar gentur, 16 og 17 ára gamlar, umframt systir sína.


Ákærurnar

Í førinum við teirri 8 ára gomlu, var talan um, at gentan var húsvand í heiminum hjá ákærda, har hann skal hava gjørt seg inn á hana, ein dagin hon kom hagar aftaná skúlatíð. Maðurin noktaði blankt at hava gjørt nakað við hana.

Øðrvísi var við ákæruni um 12 ára gomlu gentuna. Har játtaði hann at hava følt uppá gentuna í einum húsi á bygd, har hann arbeiddi eitt tíðarskeið. Sambært ákærda, bað hon hann um ikki at gera soleiðis, og hann gavst so og bað hana um fyrigeving.

Ein onnur ákæra fevnir um, at hann skal hava følt uppá eina unga gentu. Hetta var ein 17 ára gomul genta, sum búði hjá skuldsetta, meðan hon tók koyrikort. Ein dagin kemur hann inn í stovuna og setur seg hjá henni í sofuni. Hon sigur einki, men skuldsetti sigur seg skilja á henni, at hon er villig. Hann sigur seg hava følt uppá hana, at hon smíltist og at einki meir hendi.

Fjórða ákæran fevnir um, at ákærdi skal hava framt neyðtøkuroynd móti einari 16 ára gamlari gentu, sum búði hjá skuldsetta meðan hon var í praktik. Sambært gentuni skal hendingin vera farin fram einaferð hon og skuldsetti vóru einsamøll inni og sótu og hugdu at sjónvarpi. Maðurin noktar seg sekan í hesi ákæru. Seinasta ákærumálið fevnir um, at maðurin skal hava neyðtikið systur sína, sum er 15 ár yngri enn hann. Henda hending skal vera farin fram ein dagin, ið hann kemur at vitja systrina í heimi hennara. Eisini í hesum málið noktar ákærdi seg sekan.

Tilburðirnir eru, sambært ákæruvaldinum, framdir í tíðarskeiðinum 1993 til 1998.


Maðurin kannast

53 ára gamli maðurin hevur síðani grundlógaravhoyringina 29. apríl verið varðhaldsfongslaður. Tá varð gjørt av, at maðurin bæði skuldi persóns- og mentalkannast, og bleiv hann sostatt innlagdur á psykiatrisku deild undir varðhaldsfongslingini.