Ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á kvinnur í fleiri býum

Sambært ákæruni móti kommunulæknanum, hevur hann gjørt seg inn á kvinnur í viðtaluhølum ymsa staðni í landinum og á Landssjúkrahúsinum.

Rættarmálið móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á kvinnur í viðtalu síni byrjaði í morgun. Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, las ákæruritið upp, sum fevndi um fleiri síður.

 

Talan er um 11 kvinnur, sum hava ákært kommunulæknan fyri at hava verið ónærisligur móti sær í samband við undirlívskanningar, meðan ein ákærir læknan fyri at hava verið ónærisligur í samband við eina bróstkanning.

 

Hann er í øllum teimum 12 førunum ákærdur fyri brot á grein 150 í revsilógini, sum sigur, at um onkur í almennum starvi ella embæti misnýtir sína støðu til at noyða onnur at gera, tola ella ikki gera okkurt, kann viðkomandi revsast við fongsli í upp til trý ár.

 

Hann er eisini í øllum førunum ákærdur fyri brot á grein 232 í revsilógini, sum sigur, at revsingin fyri blygdanarskemd er upp til fýra ára fongsulsrevsing.

           

Málini, sum læknin er ákærdur fyri, eru frá august 2010 til juli 2014. Ákærurnar líkjast allar, uttan tann eina. Í 11 førum siga kvinnurnar, at tær føla seg skemdar í samband við undirlívskanningar hjá læknanum. Hjá 10 teirra er talan um eina viðtalu, meðan ákæra í ellinta førinum er reist móti læknanum fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu antin eina, tvær ella tríggjar ferðir í eitt tíðarskeið upp á ein mánað.

 

Lógarbrotini, sum læknin er ákærdur fyri, eru framd ymsa staðni í landinum. Nakrar teirra eru í egnu viðtalu læknans í høvuðsstaðnum, men eisini í øðrum viðtaluhølum í høvuðsstaðnum og aðrastaðni í landinum. Hann hevur eisini gjørt seg inn á kvinnur í viðtaluhølunum úti á Landssjúkrahúsinum.

 

Í fýra førum er læknin eisini ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt almenna starv ella embæti til at gera seg inn á privatan ella almennan rætt, fyri at vinna sær ein ágóða av órøttum, sambært grein 155 í revsilógini

 

Álvarsamasta ákæran er um brot á grein 224 í revsilógini. Í einum føri er læknin ákærdur fyri at hava noytt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu við eini kvinnu. Tá skal hann hava, umframt at gjørt eina undirlívskanning, sum kvinnan metti fór um mark, at hava tikið hart um lendar hennara og drigið hana nærri at sær. Í hesum førinum er hann eisini ákærdur fyri at hava spurt hana óviðkomandi og ónærisligar spurningar. Fyri hetta kann hann fáa upp í fýra ára fongsulsrevsing.

 

Ákærin hevur lagt krav um fongsulsrevsing umframt at maðurin missur loyvi at virka sum lækni. Í trimum førum er talan um kvinnur, sum læknin var kommunulækni hjá. Tað er tó endaliga ríkisákærin, sum skal taka støðu til, um læknin skal missa loyvi.

 

Christian F. Andreasen, sakførari hjá teimum 12 órættaðu kvinnunum sigur, at tær fara allar at reisa endurgjaldskrav móti læknanum.

 

Læknin noktar seg sekan í øllum ákærunum.