Ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 10 kvinnur

Í sjey ár misnýtti læknin sítt embæti í samband við undirlívskanningar.

Í gjár varð ákæruritið handa læknanum, sum er ákærdur fyri at hava misnýtt sítt embæti í samband við undirlívskanningar av kvinnum í viðtaluhøli sínum.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur, at ákæra verður reist vegna 10 kvinnur, sum kenna seg misnýttar av manninum. Tilsamans hava 18 kvinnur skuldsett mannin fyri at hava misbrúkt sítt embæti. Í fimm av førunum er málið fyrnað, í tveimum er ákæra enn ikki reist, meðan í einum føri er málið burturlagd, tí at ákæruvaldið metti seg ikki kunna prógvað, at nakað revsivert var farið fram.

 

Í sjey ár, frá 2007 til 2014, hevur læknin misbrúkt sítt embæti sambært ákæruritinum. Í einum av førunum metir ákæruvaldið, at talan er um, at maðurin hevur noytt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu, og er hetta mest álvarsama ákæran. Revsiramman í hesum føri er upp til fýra ára fongsul. Í hinum níggju førunum verður læknin ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt embæti. Revsiramman í hesum førum er upp til trý ára fongsul.

 

Sjálv hevur Linda Margrethe Hesselberg ikki avgjørt, hvørja revsing, hon fer at biðja rættin um. Hon vónar, at hon, saman við verjanum, kann gerast samd um at fremja málið sum eitt játtanarmál. Annars fer hon at biðja Føroya Rætt um at seta tvær vikur av til dómsviðgerðina.

- Allar kvinnurnar skulu avhoyrast, eins og at verjin væntandi eisini hevur vitni, hann vil avhoyra í rættinum. Tí er væl hugsandi, at okkum tørvar tvær vikur til at avgreiða málið, sigur Linda Margrethe Hesselberg.