Ein 77 ára gamal situr í dag í Føroya rætti, ákærdur fyri annan kynsligan ágang enn samlegu móti børnum.
Talan var um fýra børn, sum øll vóru undir 12 ár. Tvey av børnunum var maðurin abbi at.
Sambært ákæruritinum fór ágangurin fram yvir fleiri ár.
Tá ið ákæruritið var lisið upp, og maðurin hevði kent seg ósekan, vórðu hurðarnar í rættinum latnar aftur. Verjin hjá tí ákærda bað um tað, fyri at maðurin ikki skuldi líða eyka last.










