Ein 42 ára gamal føroyingur varð tann 25. november í fjør handtikin við Clickimin ítróttardepilin í Hetlandi. Tríggjar dagar seinni varð hann í rættinum ákærdur fyri at hava verið ónærisligur mótvegis tveimum 9 og 10 ára gomlum dreingjum.
Í rættinum vildi føroyingurin ikki viðganga seg sekan, og tí varð veruligt rættarmál ásett til 19. januar. Føroyingurin varð leyslatin móti at stilla trygd, men tá rættarmálið skuldi fyri í gjár, var tann ákærdi ikki at síggja.