Ákærdir fyri kynsligan ágang ímóti døtrunum

SIÐAMISBROT Tríggir pápar standa nú ákærdir í Føroya Rætti fyri at hava misbrúkt døtur sínar kynsliga

Í hesum døgum standa tríggir pápar ákærdir í Føroya Rætti fyri at hava misbrúkt døtur sínar kynsliga.
Tann eini hevur fingið dóm. Hjá einum er rættarmálið ikki liðugt enn og hjá tí triðja er rættarmálið.
Í summum førum eru menninir ákædir fyri rættiliga umfatandi kynsligan ágang, sum hevur vart í fleiri ár, frá ið at døturnar vóru smágentur.
Tann eini pápin hevur játtað seg sekan og hann er dømdur at verða í sálarfrøðiligari viðgerð í óásetta tíð.
Ein annar pápi noktar seg blankt sekan í øllum ákærum og hann skilir einki av, at slíkar ákærur verða settar fram.
Men í rættinum royndi hann hinvegin eisini máa trúvirðið undan dóttrini, tí hansara páhald er, at hon er sálarliga óstøðug. Hon hevði tað fyri at fortelja søgur um, at hon í fleiri førum hevði verið fyri kynsligum ágangi frá ymsum monnum, men hon hevði ongnatíð meldað tilburðirnar, greiddi pápin frá.
Hetta málið skal takast upp aftur seinni, tí fleiri vitni skulu avhoyrast.
Hjá tí triðja pápanum, sum er ákærdur fyri kynsligan ágang ímóti eini stjúkdóttir, er rættarmálið útsett til tað lá fyri hjá onkrum vitnum at møta í rættinum.