Rætturin í Oslo viðger í hesum døgum eitt mál, har átta menn eru ákærdir fyri mannahandil.
Teir átta menninir eru ákærdir fyri at hava noytt tvær ungar litavskar gentur til Noregs á heysti í 2001. Sambært ákæruritinum vórðu kvinnurnar illa viðfarnar, eftir at tær vóru komnar til Oslo. Tær vórðu sparkaðar, slidnar og neyðtiknar, og í tí eina førinum bleiv onur teirra noydd at standa úti í kulda í berum undirklæðum í tveir tímar. Harafturat vil ákæruvaldið vera við, at menninir noyddu kvinnurnar at arbeiða sum skøkjur.
Málið r tað fyrsta av sínum slagi í Noregi, skrivar Dagsavisen. Løgreglan hevur nýtt drúgva tíð til kanningarnar, men málið er eisini sera álvarssamt. Verða teir ákærdu funnir sekir, kunnu nakrir teirra vænta at fáa fongsul í upp til 21 ár.
-Vit eru ikki í iva um, at talan er um kvinuhandil, og at kvinnurnar vórðu fluttar til Noregs at arbeiða sum skøkjur, sigur Hans Jørgen Bender, ákæri, við Dagsavisen.