Ákærdir fyri at smugla dopingarevni til Føroya

Hetta er størsta mál av hesum slagnum í Føroyum higartil

Innflutningurin av ólógligum, stimbrandi evnum, til Føroya, vindur upp á seg, alt eftir, sum møguleikarnir at fáa fatur á teimum veksur, og seinastu árini er tað serliga á internetinum.

 

Og nú skulu tveir mans í rættin, har teir eru ákærdir fyri at innflyta stórar nøgdir av ólógligum dopingarevnum til Føroya.

 

Verða báðir menninir dømdir sekir, kann annar teirra vænta sær bót, men hjá hjá hinum er talan um so stóra nøgd, at hann kann vænta sær eina fongsulsrevsing.

 

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at talan er um ymisk stimbrandi evni, teir hava bílagt á internetinum úr Hong Kong, bæði vakstrarfremjandi evni, anabolskar steroidur og onnur evni av sama slagi.

 

Øll evnini, løgreglan hevur lagt hald á, eru á listanum yvir evni, sum eru bannað at innflyta til Føroyar. Tað er bara Apotekið, sum hevur einkarrætt til at innflyta slík evni til Føroya

 

Annar maðurin er skuldsettur fyri at hava innflutt 1.813 eindir, sum ákærin kallar tað. Og hon sigur, at so stórt mál um at innflyta dopingarevni til Føroyar, hava tey ikki havt áður.

 

Í Danmark eru boð komin frá ríkisadvokatinum um, hvussu slík evni skulu roknast í eindum, og eitt endamál hjá ákæranum er at fáa Føroya Rætt at taka støðu til, um slík evni skulu roknast út upp á sama máta í Føroyum.

 

Linda Hesselberg sigur, at kemur rætturin til ta niðurstøðuna, eru tað rættiliga nógv av slíkum málum, sum kunnu avgerast við eini bót.

 

Men hon sigur, at er talan um fleiri enn 999 eindir, verður talan um fongsulsrevsing. Verður annar maðurin dømdur sekur, kann hann sostatt vænta sær eina fongsulsrevsing.

 

Hin maðurin er ákærdur fyri at hava innflyta 493 tablettir av ymsum dopingarevnum, eisini, vakstrarfremjandi evnum, anabolskum steoridum, og onnur evni.

 

Linda Hesselberg sigur, at tað er ikki óvanligt, at fólk royna at innflyta ólóglig evni til Føroyar og at talið er veksandi, alt eftir sum tað verður lættari at bíleggja ígjøgnum internetið.