Á rættarfundinum í dag varð millum onnur eitt vitni avhoyrt, ið segði, at ákærdi hevði tosað við seg um at seta eld á matstovuna Marco Polo. Hesin kendi ákærda, og segði hann, at ákærdi fleiri ferðir hevði ringt til sín, fyri at tosa um at seta eld á Marco Polo. Men tó samsvaraðu útskriftirnar fyri telefonsamrøður hjá Føroya Tele ikki við tað, ið vitnið førdi fram. Vitni helt tó fast við, at ákærdi hevði ringt, men fór nú eitt sindur burtur frá frágreiðingini um, at telefonsamrøðurnar vóru farnar fram vikuna eftir eldásetingina.
Fekk ikki møtt
Eitt annað vitni, ið sigur, at ákærdi hevur lovað sær pening fyri at seta eld á Skáan, kundi ikki møta í rættinum í dag, orsakað av, at hann er til sjós við einum norskum rækjutrolara.
Hetta førdi við sær, at rættarmálið varð útsett óásetta tíð. Talan er um eitt tíðandi vitni í málinum, og tískil verður kannað, um rætturin ikki kann gjalda manninum flogferðaseðil til Føroya at vitna, tá hann næstu ferð kemur í norska havn.
Varðhaldsfongslingin hjá ákærda var ásett at vara til mánadagin, men orsakað av, at øll vitnini í málinum, undantikið maðurin, ið er til sjós, eru avhoyrd, varð ákærdi í dag fyribils leyslatin.