Ákærdi ikki sinnissjúkur

33 ára gamli kroatin er bæði persóns- og mentalkannaður og verður mettur førur fyri at verða rættarsøktur

Tað er langt frá óvanligt – kanska heldur hinvegin – at ein ákærdur í slíkum málum sum Piddamálinum, verður persóns- og mentalkannaður.
Soleiðis eisini hjá 33 ára gamla kroatanum.
Tosað hevur verið í fleiri umførum við ákærda undir hesum kanningum, bæði við og uttan tolk. Tó hevur tað verið soleiðis, at tá tolkur hevur verið við, er trivið aftur í aftur tær samrøður, har eingin tolkur hevur veirð fyri at tryggja sær, at eingin misskiljing hevur verið.
Ákærdi er vaksin upp undir góðum umstøðum, og hóast kríggið á Balkan eru bæði Split, har viðkomandi er føddur og uppvaksin, og íbúgvarnir slopnir rættiliga snikkaleysir frá krígnum. Sjálvt um foreldrini hava mist familjulimir undir krígnum.
Hann hevði onga frágreiðing um, hví pass og telefonir hjá Pidda vóru endaðar á hansara bústaði á Nesi, og so hevði hann eini undarlig evni at gloyma, hvat hann hevði sent í sms, hóast hann í aðrar mátar ikki tóktist vera minnisveikur yvirhøvur.
Mentalkanningin vísti, at ákærdi hvørki er sinnissjúkur ella evnaveikur. Hinvegin hevur hann lyndi til at lúgva um nærum alt, ikki tí hann kennir seg noyddan, men meira av vana.
Hann er ráðaríkur og skal altíð hava rætt, og skilir ikki avleiðingarnar av sínum lygnum. Hann verður kortini ikki mettur raktur av sálarfrøðiligum trupulleikum, og kann tí verða rættarførdur sum vanligt.
Og verður hann dømdur er einki, sum bendir á, at hann ikki kann verða revsaður eina vanliga fongsulsrevsing.