Ákærdi í bilhúsinum

Eitt av vitnunum í Føroya Rætti í dag greiddi frá, at hon ein dagin var farin til húsini á Gerðisvegi 34. Hon hevði tikið í úthurðina, men hurðin var læst.

Kvinnan gekk rundan um húsini og sær tá, at Skodabilurin stendur inni í bilhúsinum. Hon tekur í allar hurðar, men allastaðni er læst.

Tá hon bakkar oman úr túninum aftur, sær hon, at hurðin á bilhúsinum nú er opin, og har stendur ákærdi maðurin.

Vitnið koyrir tó avstað, tí tað er jú ikki ákærda, sum hon skuldi tosa við.

Hon tosar seinni við fyrrverandi konu Pidda sum sigur henni, at hon og ákærdi hava verið og vaskað í húsunum farna vikuskifti. Hon fortelur henni eisini, at skiftirætturin hevði givið henni húsini.

Hon letur væl at ákærda og sigur, at hann er góður at taka sær av børnunum. Ákærdi ger eisini sítt ítarsta fyri at fáa børnini at dáma seg.

Tað segði kvinnan, sum gav vitnisfrágreiðing í Føroya Rætti í dag.