Ákærd fyri mannasmugling

Ákæruvaldið í Haiti hevur nú formliga ákært 10 amerikanskar ríkisborgarar fyri at hava roynt at burturflyta børn, sum mistu foreldrini í jarðskjálvtanum í síðsta mánaði.

Jean Ferge, vararíkisákæri, sigur við AP-tíðindastovuna, at málið er latið einum dómstóli, sum skal gera av, um málið skal ígjøgnum rættarskipanina, ella um tey 10 skulu latast leys.

Amerikanararnir vórðu tiknir í síðstu viku, tá tey vóru á veg um markið til Dominikanska Lýðveldið við 33 børnum. Amerikanararnir siga, at tey ætlaðu bara at hjálpa børnunum.