Kæran hjá VB og TB fekk ikki sømdir

Fótbóltur: Dómsnevndin staðfesti avgerðina hjá kappingarnevndini, og tað vil siga, at VB og TB sleppa ikki at spæla dystirnar, sum tey ikki møttu til 2. páskadag

Viðhvørt tykist tað at taka langa tíð, tá mál verða viðgjørd innan rættarkervið, og ikki minst tá dómur verður skotin inn fyri hægri rætt, kann tað gerast drúgt.

Men tað kann ikki sigast annað, enn at tað gongur skjótt at avgreiða spurningar, sum hava við ivamál ella ósemjur í fótbóltinum at gera. Vit skrivaðu í gjár, at kappingarnevndin á fundi seinnapartin mánadagin hevði avgjørt, at VB og TB skuldu tapa dystirnar, sum tey ikki møttu til 2. páskadag, og at suðuroyarfeløgini høvdu skotið avgerðina inn fyri dómsnevndina hjá FSF. Hetta gjørdu feløgini beinanvegin, tá tey mánakvøldið høvdu fingið avgerðina hjá kappingarnevndini.

Og longu í gjáramorgunin hevði dómsnevndin gjørt sína niðurstøðu. Hon er, at teir staðfesta avgerðina hjá kappingarnevndini, og tað vil siga, at B68 og KÍ fáa trý stig í part við málmuninum 0-0.

Í úrskurðinum sigur dómsnevndin, at tað áliggur felag, ið tekur stig til at fáa dyst fluttan, at fáa neyðuga váttan um, at slík áheitan, um at flyta dyst, verður eftirlíkað. Dómsnevndin heldur ikki, at tað í tilfarinum, sum teir hava fingið, er prógv fyri at tað er gjørt í hesum førinum, og tí hava teir gjørt av at staðfesta avgerðina hjá kappingarnevndini.


Mannagongdin

Vit søgdu í blaðnum í gjár, at formaðurin í VB helt seg hava eina greiða avtalu við Dánjal Andreasen, kappingarstjóra, um, at suðuroyarliðini skuldu spæla tveir dystir norðanfyri komandi vikuskifti ? annan fríggjakvøldið og hin sunnudagin.

Vit fingu ikki fatur á Dánjal Andreasen fyrrenn eftir, at blaðið var farið til prentingar. Kappingarstjórin sigur, at talan má vera um eina misskiljing. Hann er ikki av somu áskoðan sum VB formaðurin:

? Tað ber ikki til, at suðuroyarliðini gera eina ætlan fyri, hvussu tey skulu spæla móti KÍ og B68 ? uttan at avtala er gjørd um hetta við hesi bæði feløgini, sigur Dánjal Andreasen og vísir til tað, sum er viðmerkt, tá feløgini fáa dómarayvirlit sendandi.

Tað, sum kappingarstjórin sipar til, og sum ivaleyst er tað, sum dómsnevndin sipar til sum grundarlag fyri sínari niðurstøðu, er hetta brotið:

»Fyri at flyta dyst, sum er ásettur í kappingarskipanini ella av kappingarnevndini skal góðkenning frá kappingarstjóranum fyriliggja, og semja skal vera millum leikandi feløg og dómara um ætlaðu flyting, áðrenn áheitan um góðkenning av flyting verður send kappingarstjóranum«.


Nevndin stóð

aftanfyri stjóran

Vit skrivaðu fyrr í vikuni, at ein meiriluti í kappingarnevndini hevði givið suðuroyarliðunum loyvi til at bíða við at fara norður um.

Hetta er ikki rætt. Feløgini í Suðuroy høvdu tosað við limir í kappingarnevndini um henda spurningin, men tað varð víst til kappingarstjóran, sum hevði avgerandi orðið.

Dánjal Andreasen sigur, at á fundinum í kappingarnevndini mánadagin vildi hann hava staðfest, at nevndin stóð aftanfyri avgerðina, sum hann hevði tikið, og tað staðfestingina fekk hann.

Í dómsnevndini hjá FSF eru Páll Nielsen, formaður, Christian Andreasen og Jegvan M. Eliasen. Avgerðin hjá dómsnevndini er endalig.