Borgarting lagmansrett hevur avvíst kæruna hjá terror skuldsetta Anders Behring Breivik um nýggjar serfrøðingar.
Vegna Breivik kærdu verjarnir avgerðina hjá Oslo tingrett um, at ein nýggj rættarsálarfrøðilig kanning skal gerast av terror skuldsetta.
Verjarnir vildu vera við, at tingrætturin hevði framt prosedurufeil, bæði tí rætturin hevði nýtt upplýsingar undir tagnarskyldu, og tí rætturin kom upp í málið, áðrenn skuldsetingin var framd.
Kæran er avvíst, váttar ein av verjunum hjá Anders Behring Breivik, Odd Ivar Grøn fyri VG Nett.
Verjarnir hava ikki enn havt høvi at lisið dómin, sum kann kærast víðari til Hægstarætt.
Verjarnir hava ført fram, at rætturin er farin alt ov langt við at peika á nýggjar serfrøðingar, áðrenn prógvini í málinum fyriliggja. Í norskum revsirætti er tað ákæruvadið, ið stendur fyri kanningunum, til sjálvt rættarmálið byrjar í hesum førinum 16. apríl.
Skuldi Oslo tingrett bíðað til rættarmálið byrjaði við at útnevna nýggjar serfrøðingar, mátti rættarmálið mest sannlíkt útsetast. Tað hevði ikki verið serliga skilagott, heldur lagmannsretten.
»Lagmannsretten er samdur við tingretten í, at § 139, stk., tvey í revsirættarlógini, samanhildið við § 294 má skiljast á tann hátt, at tingretten hevur førleika til at útnevna nýggjar serfrøðingar undir kanningararbeiðinum, tá rætturin metir hetta neyðugt, hóast tað ikki er umbiðið av ákærumyndugleikunum ella skuldsetta«, stendur í avgerðini.
Tað skrivar heimasíðan VG Nett.










