Kæran hjá Bakkafrost bar ikki á mál

Alirisin fekk ikki viðhald frá Vinnumálaráðnum

Tað gjørdi ongan mun hjá Bakkafrost at kæra avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at støðga einari sending av laksi hjá felagnum til Russlands. Vinnumálaráðið, sum viðgjørdi kæruna, gav nevniliga stovninum viðhald. Tað skrivar Kringvarpið í dag.


Tað er ein mánaður síðan, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan støðgaði at undirskriva loyvini, ið krevjast til útflutning til Russlands, eftir at listeria bakterian varð staðfest í laksinum hjá alirisanum.


Bakkafrost valdi at kæra avgerðina hjá Heilsufrøðiliga Starvsstovuna til Vinnukæranevndina, men sambært KVF, so metti nevndin ikki, at tey vóru rætti kærumyndugleiki, og sendu kæruna víðari til Vinnumálaráðið.


Og í Vinnumálaráðnum var eingin hjálp at heinta, tí sambært Kringvarp Føroya, so hevur ráðið tikið undir við avgerðini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.