Kæran gav linari revsing

Juventus er framvegis í seriu B, men revsingin varð í dag broytt til 17 minus-stig heldur enn 30. Milan sleppur í Champions League, og bæði Fiorentina og Lazio sleppa at halda fram í seriu A

fótbóltur

Somikið nógv linari vórðu dómarnir, tá italski kærudómstólurin í gjár gjørdi úrskurð í nógv umrøddu gøluni í italskum fótbólti.
Milan er nú aftur partur av Champions League kappingini. Fiorentina og Lazio vórðu upprunaliga dømd at flyta niður, men tey halda so fram í seriu A. Tey bæði byrja tó komandi kappingarárið við minus 19 og 11 sigutm, meðan Milan skal byrja við minus átta stigum komandi kappingarár.
Álvarsamasta kærumálið er framvegis tað hjá Juventus, sum í fyrrverandi forsetanum eisini átti fremsti høvuðspersónunum í gøluni um avtalað úrslit. Nú er revsingin, at Juventus missir síni bæði seinastu meistaraheiti, og at felagið komandi ár skal spæla í seriu B, har teir byrja við minus 17 stigum.
Umboðsmenn fyri Juventus siga tó, at eisini hendan avgerðin verður kærd, tí teir vilja í minsta lagi hava, at felagið alt fyri eitt kann stríðast um uppflyting til seriu A. Og um neyðugt, so verður málið kært til sivil-rættin siga teir.
So er spurningurin bara, hvat FIFA sigur til tær ætlanirnar. Her í Føroyum hava vit í øllum forum staðfest, at tað ikki er nakað, sum fellur í góða jørð hjá altjóða fótbóltssamgonguni.