Kæran frá Jersey avvíst

OYGGJALEIKIR: Jersey fekk ikki viðhald í kæru síni um, at tað skuldi verið Jersey – og ikki Grønland – ið kom í hálvfinaluna í borðtennis.

Fyri eini løtu síðani var kappingarleiðslan fyri borðtennis á Oyggjaleikunum í Gotlandi liðug at fundast um kæruna, Jersey hevði sent inn.

Kæran snúði seg um, at Jersey helt seg vera fyri vanbýti, tí Grønland slapp í hálvfinaluna fram um Jersey, ið annars helt seg eita plássið.

– Talan er um eitt stríð um útrokningarhátt, tí tað stóð á jøvnum millum Grønland, Guernsey og Jersey, sum øll trý endaðu á níggju stigum eftir bólkaspælið, sigur Jóannes Guttesen, formaður í Borðtennissambandinum.

– Jersey vísti í kæru síni á, at eftir reglunum hjá altjóða borðtennissambandinum skuldi Jersey komið í hálvfinaluna og ikki Grønland, men kappingarleiðslan hevði brúkt aðrar reglur, ið eru galdandi í sambandi við oyggjaleikir.

At málið ikki varð avgreitt fyrr enn í dag, er fyribils gingið út yvir føroysku spælararnar, sum í morgun skuldu spæla ímóti júst Jersey um fimtaplássið. Tann dysturin varð útsettur, meðan kæran varð viðgjørd.

– Kappingarleiðslan kom í áðin av fundi, ið hevði vart í tríggjar tímar, og niðurstøðan var, at kæran hjá Jersey bleiv avvíst, sigur Jóannes Guttesen.

– Ta einu løtuna sá út til, at Jersey slett ikki fór at møta upp til dystin ímóti Føroyum, men nú eru tey komin, so farast kann undir dystin hvørja løtu.