Kæran frá B36 varð avvíst

Kappingarnevndin hevur gjørt av at avvísa kæruni hjá B36 um dystin, B36, B71

Jákup Mørk


Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at B36 hevði kravt, at dysturin móti B71 (B71 vann 4-2) skuldi leikast av nýggjum.

Orsøkin til hetta var, at dómarin, meðan støðan framvegis var 2-2, hevði gjørt eitt somikið álvarsligt mistak, at tey í B36 mettu hetta hava ávirkan á dystin.


Kappingarnevndin vísir í avgerð síni til grein 9 í »Reglur fyri dómsnevndir inna ÍSF og veriðgerð av kærum«. Í hesi verður skrivað:


»Sersambond, deildir ella dómsnevndin kunnu gera úrskurð viðvíkjandi øllum virksemi og leiki innan sersambandið/deildina, íroknað tulking av lógum og samtyktum, frátikið tó:

1. At strika meistaraheiti

2. At broyta meting dómarans í kapping

3. Dómararns góðkenning ella ikki góðkenning av kappingarvøllu og umstøðum«


Tað er petti 2 í hesum, sum kappignarnevndin hevur hildið seg til, og metir nevndin seg við hesum ikki hava heimild til at gera nakað sum helst við dómarans avgerð, og er málið avvíst við teirri grundgevin.


B36 kærir

Kristian á Neystabø, formaður í B36, var sum so ikki bilsin um úrslitið av viðgerðini hjá kappingarnevndini.

- Kappingarnevndin hevur sum so ikki møguleika at viðgera kæruna, og hetta vóru vit greiðir um frammanundan. Málið hoyrir heima í dómsnevndini, tí talan er um prinsippmál, sigur formaðurin hjá árstalsfelagnum. Víðari segði han, at einasta orsøk til, at málið fyrst varð beint í kappingarnevndina. Eisini vísir hann á, at tað málið í Danmark, sum B3,6 vísti á í kæru síni, eisini endaði í dómsnevndini.

Sostatt fer málið nú víðari í dómsnevndina, og eins og væntað, er seinasta orðið ikki sagt enn. Tað hevði tað neyvan heldur verið, um B36 hevði viðhald frá kappingarnevndini.