Kæra um tingviðgerðina av munnligum fyrispurningum á tingfundinum 8. november 2006

Løgtingsformaðurin
Her
Tórshavn, 9. november 2006



Á tingfundinum 8. november 2006 vóru munnligir fyrispurningar á skránni. Sambært tingskipanini og ásetingum løgtingsformansins, høvdu tingfólk úr Tjóðveldisflokkinum sent Løgtingsskrivstovuni fyrispurningar innan kl. 11.30 dagin fyri. Teir vóru eftirkannaðir á Løgtingsskrivstovuni og sendir avvarðandi landsstýrismonnum, ið sostatt høvdu eitt samdøgur at fyrireika síni svar, sambært reglunum.

Tó fóru tvær hendingar fram á fundinum, sum eftir okkara tykki undirgrava rættin og skylduna hjá tingfólki at kanna og viðgera týdningarmikil mál, at fáa allar upplýsingar í ljós og at hava neyðuga eftirlitið við landsstýrinum. Hendingarnar skeikla javnvágna millum tingið og útinnandi valdið og er í okkara eygum greitt brot á ásetingarnar í tingskipanini um munnligar fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn og allar siðvenjur.

Tí verða hendingarnar hervið kærdar til Edmund Joensen, løgtingsformann, við áheitan um, at greið skrivlig niðurstøða verður gjørd um lutirnar í kæruni.

Óli Breckmann støðgar fyrispurningi vísandi til avgerð í formansskapi og skírir hann “sirkus”og “glantrileik”, og strikar síðani annan fyrispurning av skránni við somu grundgeving

Høgni Hoydal hevði sent tveir fyrispurningar til løgmann inn rættstundis um skattapolitikkin hjá landsstýrinum. Teir vóru kannaðir á Løgtingsskrivstovuni, sendir løgmanni og settir á yvirlitið yvir spurningar, ið vórðu býttir út á tingfundinum. Talan var um tveir fyrispurningar sum av røttum vórðu settir løgmanni, tí báðir snúðu seg um tær politisku grundgevingarnar hjá samgonguni fyri ógvisligum búskaparpolitiskum og sosialpolitiskum tiltøkum.

Men tá tíðin var komin til fyrispurningarnar, fyrsti spurningur settur fram og tingfólk høvdu teknað til at taka lut í viðgerðini, boðaði løgmaður frá, at hann ikki helt seg vera tann rætta at svara, men vildi heldur havt spurningin beindan til landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Síðani tók Óli Breckmann, sum sat í formansstólinum, orðið, og boðaði frá, at formansskapurin hevði viðgjørt gongdina við fyrispurningum (sum hann nevndi “sirkus”), og at semja var um, at orðaskiftið skuldi støðgast og ongin tingmaður fekk orðið. Óli Breckmann legði úr formansstólinum Høgna Hoydal undir tilætlað at hava sett skeivum persóni fyrispurningin. Høgni Hoydal fekk tó orðið og mótmælti framferðini og avgerðini hjá Óla Breckmann. Eftir hetta mótmæltu fleiri tingmenn høviskliga úr salinum og vístu á tingskipanina og siðvenjur. Øll mótmæli vórðu kveistrað til viks, og Óli Breckmann tók síðani uttan nakra viðgerð annan spurningin hjá Høgna Hoydal av skrá.

Hetta er eftir okkara meting:

Greitt brot á tingskipanina: Sambært tingskipanini §52 er ongin heimild at støðga tingviðgerð av munnligum fyrispurningi. Í stk.3 er ásett, at løgmaður ella landsstýrismaður kann boða frá, at hann ikki svarar munnliga, men vil hava spurningin settan sum skrivligan fyrispurning. Kortini er ongin heimild, at nokta tingmonnum orðið av hesum ávum. Í hesum føri bað løgmaður ikki um spurningin skrivliga, men vildi hava annan landsstýrismann at svara. Ongin heimild er at støðga fyrispurningi av tí at løgmaður ella landsstýrismaður vil hava annan at svara ella at nokta tingmonnum orðið av hesum ávum.
At løgtingsformaðurin viðvíkjandi seinna spurninginum, tekur hann av skrá, uttan at hann er munnliga settur fram ella løgmaður hevur svarað, er brot á alla §52, stk. 1-3.

Grovt brot á góðan tingsið: Óli Breckmann tosaði sum sitandi formaður niðrandi og háðandi um bæði spyrjara og fyrispurningarnar og nýtti orð, sum “sirkus”, “glantrileikur”, “spyrja í eyst”, “spurningar settir skeivum persóni við vilja” o.a.m.

Brot á siðvenjur og talufrælsi tingmanna: Um tað ikki ber til at seta løgmanni spurningar um tær politisku avgerðirnar og grundgevingarnar hjá landsstýri og samgongu, so er tað brot á talufrælsi tingmanna og allar siðvenjur. Løgmaður hevur sambært stýriskipanina evstu ábyrgdina av embætisførslu og arbeiði landsstýrisins. Løgmenn hava altíð bæði í munnligum og skrivligum fyrispurningum svarað um politikkin hjá samgonguni á ymsum økjum sum skatt, mentan, útlendingamál, vinnumál, heilsumál, almannamál o.a. Skulu tílíkar siðvenjur broytast kann ein sitandi løgtingsformaður ikki bert broyta tað í mitt undir einum tingfundi. (At løgmaður ikki svarar er eisini meiningsleyst um vit samanbera við onnur lond. Eitt nú svarar danski forsætisráðharrin so at siga hvønn mikudag fyrispurningum í Fólkatinginum um politisku grundgevingarnar hjá stjórnini fyri øllum lógarbroytingum, ætlanum, útsagnum hjá øðrum ráðharrum, floksfeløgum o.s.fr. Um tingmenn frá fólkatingsformanninum ikki høvdu fingið orðið, bert tí forsætisráðharrin noktaði at svara, hevði tað verið óhoyrt.)

Ósannar grundgevingar: Ongin fráboðan og skjalfesting sæst um, at henda avgerðin hjá Óla Breckmann er stuðlað av formansskapinum ella av valda løgtingsformanninum, Edmundi Joensen, soleiðis sum Óli Breckmann bar fram undir avgerðini.

Brot á skyldur løgtingformansins: Uppgáva løgtingsformansins er at halda tingskipanina og tryggja tingfólki rætt at útinna sín rætt og sínar skyldur. Løgtingsformaðurin fer í hesum føri í part við útinnandi valdinum og løgmanni, sum úttalaði seg niðrandi um spurningarnar frá tingfólki, og gongur sjálvur á odda fyri at bróta tingskipan, tingsið og siðvenjur. Formaðurin átti eftir okkara tykki at vart tingskipanina og rættindi tingmanna og ístaðin átalað løgmann fyri sína framferð og vanvirðing av skipanini við munnligum fyrispurningum.


Løgmaður noktar at svara fyrispurningi vísandi til, at hann er ein ”vittigheit”

Á sama tingfundi hevði Torbjørn Jacobsen, tingmaður, sett fram fyrispurning um leiklut løgmans og landsstýrisins í viðgerðini av Irak-krígnum. Fyrispurningurin var rættstundis latin inn, eftirkannaður og sendur løgmanni.

Men tá løgmaður fekk orðið, noktaði hann at svara spurninginum og skírdi hann ”eina vittigheit”, Harafturat niðurgjørdi hann alla gongdina við spurningum til løgmann og landsstýrismenn.

Løgtingsformaðurin átalaði ikki løgmann fyri hesa vanviðring av tinginum. Ístaðin fingu tingmenn eina generella átalu undir viðgerðini fyri ikki at ”vanda sær um orðini”.

Samanumtikið kann tað als ikki góðtakast, at løgmaður vísir tinginum, tingskipanini og tingfólki slíka vanvirðing – og at løgtingsformaður heldur enn at átala løgmann, letur seg stýra av útsagnum frá útinnandi valdinum, sum Løgtingið skal hava eftirlitið við.


Vinarliga



Høgni Hoydal Torbjørn JacobsenAnnita á Fríðriksmørk



Páll á ReynatúgvuFinnur HelmsdalKarsten Hansen



Heidi PetersenHergeir Nielsen