Ákæra um neyðtøku reist móti John Petersen

? Kanningarnar í samband við skuldsetingina 12. oktober í ár, eru nú komnar so væl áleiðis, at Fútin hevur gjørt av at reisa ákæru um neyðtøku, sambært grein 216, stk.1 í revsilógini, sigur M. Nepper-Christensen í tíðindaskrivi seinnapartin í gjár

Í tíðindaskrivi seinnapartin í gjár, vísir fútin til tíðindaskriv frá 12. oktober í ár, har ein 50 ára gamal maður 29. september var í grundlógaravhoyring, skuldsettur fyri neyðtøku.

Av tí at tað fleiri ferðir hevur verið ført fram í fjølmiðlunum, at talan var um John Petersen, landsstýrismann, og av tí at John Petersen sjálvur hevur noktað seg sekan í áðurnevndu skuldseting, váttar Nepper-Christensen, at tað er landsstýrismaðurin, sum nú verður ákærdur.

Fútin hveur tí í gjár sent rættinum ákærurit í málinum, har John Petersen verður ákærdur fyri at hava framt neyðtøku, sambært revsilógini grein 216, stk. 1, sum er í trá við grundlógaravhoyringina og seinni skuldsetingina.

Málið kemur fyri í Føroya rætti, men enn er ikki ásett, nær rætturin fer undir revsimálið.ingarnar í samband við skuldsetingina 12. oktober í ár, eru nú komnar so væl áleiðis, at Fútin hevur gjørt av at reisa ákæru um neyðtøku, sambært grein 216, stk.1 í revsilógini, sigur M. Nepper-Christensen í tíðindaskrivi seinnapartin í gjár