Kæra til Fiskimálaráðið

Jaspur Anthoniussen er so ónøgdur við tulkingina hjá Búnaðarstovuni, at hann hevur kært málið til Fiskimálaráðið

At Búnaðarstovan hevur tulkað fundarfrásøgnina hjá Jarðarráðnum sum eina avgerð, er ikki fallið Jaspuri Anthoniussen í góða jørð.
»Eg vil við hesum skrivi klaga Búnaðarstovuna fyri at hava brúkt skjal frá Føroya Jarðarráð daterað 20.10.1993 ímóti mær. Búnaðarstovan hevur í hesum skrivi tulkað tað sum eina samtykt millum Jaspur, Pól Benna og Føroya Jarðarráð um býti og brúksrætt av trøðni (ástan), men hetta er einans ein samtykt um at biða viðkomandi koma á fund, har ráðið fór at leggja fram býti av innangarðsjørð, annað er ikki samtykt ella viðgjørt í hesum skjali«.
Hann sigur seinni í kæruni.
»Út frá hesum kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at tað er br´ðukt falskt skjal ímóti mær í viðgerðini av hesum máli«.
Sagt verður víðari:
»Víðari hevur tekstur tikin burtur úr hesum skjali og brúktur í skrivi daterað 23. februar 2010, og skrivi frá 27. apríl 2010, sum hava hat stóra ávirkan á sakina«.
Víst verður eisini til brot úr skrivi frá Búnaðarstovuni:
»Okkara niðurstøða í málinum um vetrarbitið er, at um so er, at traðarseyður hevur loyvi til at ganga á traðunum um summarið, er grundarlag fyri, at Jaspur fær bitrætt á norðastu traðunum, sum hann søkir um. Um so er, at traðarseyður ikki hevur loyvi til hetta, er eingin orsøk til at broyta bitrættin«.
Tá ið nú hetta er veruleikin, at traðarseyður hevur loyvi at ganga á traðunum, sum staðfest er av Yvirlandbúnaðarstevnuni, havi eg heitt á Búnaðarstovuna um at gera hesa broyting við bitrætti í samsvar við skrivið, daterað tann 2. juni 2010, sigur Jaspur Anthoniussen í kæruni.
Og hann heldur fram:
»Búnaðarstovan á økinum vísir hesum aftur, og sigur seg ikki standa við nakað, sum sagt ella skrivað er. Út frá hesum vil eg halda Búnaðarstovuna endurgjaldsskylduga fyri allar útreiðslur, ið hava staðist av hesum máli, til løgfrøðing og sakarmálskostnað, og árligt endurgjald fyri mistan bitrætt um so er, at bitrætturin ikki verður broyttur soleiðis, at Syðri partur fær bitrættin ti nevndu traðir«.