Myndugleikarnir í Ukraina fyrireika seg nú til at ákæra fyrrverandi forsætisráðharran Julia Timosjenko fyri morð. Tað segði ein talsmaður fyri ákæruvaldið í høvuðsstaðnum Kijev í dag.
Renat Kusmin, sum er varaákæri, segði, at hann ætlar at ákæra Timosjenko fyri at hava skipað fyri, tá tjóðartingslimurin Jevgenij Sjtjerban varð skotin í 1996 saman við konu síni á flogvøllinum í býnum Donetsk har eysturi í Ukraina.
Varaákærin segði, at hann hevur próvtilfar, sum setir Timosjenko í samband við morðið, og at hann heldur seg vera føran fyri at prógva, at fyrrverandi forsætisráðharrin gav boð um drápið og rindaði leigudrápsmonnum pengar fyri at fremja ætlanina í verki.
Ein talsmaður fyri Julia Timosjenko vísir ákærunum aftur og sigur, at talan er um politiska útspilling, sum Viktor Janukovitj, forseti, hevur bílagt.