Ákæra námsarbeiðsmenn fyri morð

Ákæruvaldið í Suðurafrika hevur ákært 270 námsarbeiðsmenn fyri morð. Menninir vórðu handtiknir aftan á tilburðin, tá løgreglan skeyt eftir mótmælandi námsarbeiðsmonnum fyri fjúrtan døgum síðani. 38 arbeiðsmenn doyðu, og 78 vórðu særdir.

Sambært ákæruvaldinum var tað ógvusligi atburðurin hjá teimum mótmælandi námsarbeiðsmonnunum, sum var orsøkin til, at felagar teirra doyðu. Fjølmiðlarnir skriva, at fýra av teimum, sum nú eru ákærdir, liggja enn á sjúkrahúsi. Hinir eru í varðhaldi og koma ætlandi fyri rættin í dag.

Lógin, sum ákæruvaldið brúkar í hesum føri, er frá apartheidtíðini hjá tí hvíta minnilutastýrinum, sum brúkti hana ímóti svørtum mótmælisfólki, skrivar AFP.