Ákæra: Knústi savn og drap ein mann

Sambært ákæruritinum er talan um skaðar á savnið í Tasiilaq fyri í minsta lagi 736.647,86 krónur.

 

Í morgin byrjar eitt rættarmál í Sermersooq Kredsret ímóti tveimum monnum, sum eru ákærdir fyri at hava gjørt umfatandi herverk á savnið í grønlendska býnum, Tasiilaq. Tann eini maðurin er eisini ákærdur fyri at hava farið so illa við einum øðrum manni, at hann seinni doyði av løstunum, hann hevði fingið. Rætturin hevur sett av tríggjar dagar til málið móti báðum monnunum.

Báðir menninir, sum sita á ákærubeinkinum í morgin eru ákærdir fyri at hava gjørt umfatandi herverk á savnið í døgunum millum 30. september og 1. oktober í fjør. Herverk er gjørt á sýnisskáp, stólar, hillar, elektroniska útgerð og ymiskar listlutir. Sambært ákæruritinum er talan um skaðar fyri í minsta lagi 736.647,86 krónur.

Umframt nevndu menninar, eru eisini ein annar maður og ein kvinna ákærd í herverksmálinum móti savninum, men tey málini verða viðgjørd í rættinum í einum øðrum umfari, veit Sermitsiaq at siga. Aftrat ákæruni um herverk, er tann eini av fyrrnevndu monnunum, sum skulu fyri rættin í morgin, eisini ákærdur fyri dráp av einum 42 ára gomlum manni, sum varð funnin uttan vit og kaldur hin 10. oktober í fjør. Hann doyði dagin eftir.

Sambært ákæruritinum varð hin 42 ára gamli álopin í Tasiilaq í tíðarskeiðinum millum hin 9. oktober klokkan 21.45 og tann 10. oktober klokkan 06. Í ákæruni verður sagt, at maðurin varð sligin í høvdið, so hann fall til jarðar. Síðan varð hann sparkaður ella traðkaður í høvdið. Hin álopni varð so illa viðfarin, at hann eisini fekk skallabrot.

Maðurin, sum gjørdi seg inn á hin 42 ára gamla, læt mannin liggja eftir, og júst um hetta mundið lá hitin í Tasiilaq um frostmarkið. Hin maðurin, sum eisini verður ákærdur í Sermersooq Kredsret í morgin, er eisini ákærdur í drápsmálinum, men hann er ákærdur eftir einari aðrari grein. Sambært løgregluni gjørdi hesin maðurin einki fyri at hjálpa tí álopna, hóast hann var í lívsvanda eftir álopið.