Kæra ikki deyðadómin

Teir báðir norðmenninir, sum eru dømdir til deyða fyri dráp og onnur brotsverk í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, hava valt at taka við dóminum. Teirra vón er nú, at myndugleikarnir í Kongo eru sinnaðir at lata teir sleppa til Noregs, so teir kunnu fáa fongsulsrevsing har ístaðin fyri. Tað skrivar Aftenposten.

Norska uttanríkisráðið er uppi í málinum, og ein norskur sakførari er í Kongo og kannar umstøðurnar.

Tjostolv Moland og Joshua French vórðu dømdir til deyða fyri at hava myrt ein bilførara. Teir vórðu eisini dømdir fyri njósning og vápnað rán.