Teir eru ikki blíðir í Vejle Boldklub.
Fríggjakvøldið tapti Vejle 3-0 ímóti SønderjyskE í superliguni á útivølli í Haderslev.
Orsøkin til trivaliga tapið, sum hevur við sær, at Vejle nú er næstaftast, var, at føroyski landsliðsspælarin Viljormur Davidsen longu eftir átjan minuttir sá reytt. Dómarin metti, at hann við at nýta neyðbremsuna tók upplagdan málmøguleika frá mótstøðumanni.
Frásøgumenninir í sjónvarpinum vóru ósamdir við dómaran, sum teir hildu hevði yvirtulkað støðuna, ið teir mettu ikki at vera til meiri enn fríspark og kanska gult kort.
Eftir dystin tvíhelt dómarin um grundgevingina fyri avgerðini, men teir í Vejle og so mong onnur eru púra ósamd við dómaran.
Í gjár kærdi Vejle avgerðina og grundgevingina, sum ber við sær, at Viljormur Davidsen verður leikbannaður í tveimum dystum, tá ið hann fer niður aftur eftir landsdystirnar, sum standa fyri framman.
-Vit hava aftur og aftur hugt at støðuni, og nú kæra vit. Reyða kortið vilja vit hava broytt til gult kort, tí tað er eyðsýnt, at grundgevingin, sum – umframt útvísinginga sum var stór sekt fyri okkum – ber tveir daga leikbann við sær, ikki er røtt. Tí vilja vit hava, at reyða korið verður broytt til gult kort, og, at leikbannið í tveir dystir verður strikað, so Viljormur Davidsen kann spæla við okkum í næsta landskappingardysti, siga teir í Vejle.
Næsti dystur hjá Vejle verður sunnudagin 21. oktober – um tvær vikur – á heimavølli ímóti FC København.