Kór um ellisheim

Kári Árting
Valevni Tjóðveldisfloksins til býráðsvalið í Havn

Eg vil eisini sleppa at syngja við í kórinum, sum syngur um ellisheim.

Eitt av høvuðsevnunum til hetta býráðsvalið er tørvurin á ellis og røktarheimsplássum. Tað er í grundini ikki rætt at teingja hesi bæði saman, tí at vera gamal er als ikki tað sama sum at hava brúk fyri røkt. Hetta eru tvey ymisk ting, men tað verður ikki evið í hesum føri, og í báum førum er tørvurin ovurhondsstórur.
189 pláss væntaðu í stóð á breddanum á onkrari avís nú ein dagin. Veruligi tørvurin er uttan iva væl størri. Frísk fólk, sum kunnu hugsa sær ellisheimspláss gera ikki vart við seg, tí tað er eingin vón at fáa nakað pláss kortini.
Valevnini lova nógv og øll vilja øllum alt tað besta, serstakliga nú valið nærkast. Ringt kann vera at taka dagar ímillum, hvør hevur evnini at fáa tingini gjørd, og hvat er sápubløðrur.
Vit hava øll fatað, at ábyrgdin fyri eldrarøktini liggur hjá landstýrinum. Men ymiskt er hvussu tað hevur ligið fyri hjá ymsu komununum at loysa tørvin.
Í Tórshavnar komunu eru í skrivandi stund 10 pláss komin afturat í hesum valskeiðinum, og 16 koma afturat í næstum.
Í Eysturoynni og Norður-streymoy vera tað um skamma stund 200 pláss til 10.000 fólk. Í Havnar kommunu vera um 150 pláss til 20.000 fólk. Neyðin sum stendist av hesum er eink minnið enn stór skomm fyri kommununa.
Komandi býráð má bretta um armar og fara til verka beinan vegin, so at vit eisini fáa ein bita av køkuni hjá landstýrinum. Í Kollafirði er frítt og fagurt økið sett av á Todnesi til endamálið og aðrastaðni finnast lika so góðir møguleikar.
Her er nógv at gera, men tá øll siga seg vilja loysa trupuleikan, man ein losyn eisini vera.