Eins og undanfarnu ár verður adventshugni í Vestmanna kirkju sunnudagin 27. november klokkan 19. Tað er í morgin, og hetta er samstundis 1. sunnudagur í advent.
Á skránni verða jólasangir og nakrir lættari kendir sangir, eitt nú You Rise Me Up og What a Wonderful World, har John Jacobsen og Birita Poulsen fara at syngja saman.
Lea Kampmann kemur at framføra nakrar sangir solo og onkran saman við Vestmanna Kirkjukóri.
- Vit eru sera spent at hoyra tey. Hetta eru evnarík ungfólk úr Vestmanna, sum vit óivað koma at hoyra meira til í framtíðini, siga tey í Vestmanna Kirkjukóri.