Ein av mongu føstu táttunum í jólavikuni plagar at vera sangløtan í Siloa í Fuglafirði, har hvør sessur plagar at vera upptikin. Nógvu tey undanfarnu árini hava fuglfirðingar, eysturoyingar og fólk aðra staðni frá luttikið.
Mikukvøldið klokkan 20 verður jólaliga sangløtan við Siloakórinum undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni, sum hevur verið kórleiðari í meiri enn eina fjórðingsøld, og øðrum í Siloa í Fuglafirði.
Kórið fer at syngja einar 10 sangir – bæði a capella og við undirspæli og saman við solistum.
Harumframt verður høvi at hoyra nakrar solistar framføra. Bárður á Lakjuni, Beinta Napoleonsdóttir og Maria á Lakjuni fara at syngja, og Sólja Hansen fer at spæla okkurt jólaligt á síni cello.
Oddur á Lakjuni hevur eitt lítið orð – og aftaná verður drekkamuður.










