Kór-matiné í Havnar kirkju

Leygardagin 1 juli kl. 11.30 fer keypmannahavnarkórið Audite at syngja í Havnar kirkju.
Kamarkórið Audite verð stovnað fyri 20 árum síðani, og hetta kór syngur bæði kirkjutónleik og verðsligan klassiskan tónleik.
Verk, tey hava framført eru m.a. Fauré´s Requiem og Haydn`s Kleine Orgelmesse. Kórleiðari er Adam Faber. Hann er klaverpedagogur og hevur arbeitt bæði á Musikkkonservatoriinum og sum "syngjumeistari" á Kg. Teatrinum við "Det lille operakor".
Á Føroyaferðini verða verk at hoyra eftir Jandel, Benjamin Britten, Johs. Brahms, Vagn Holmboe og Weyse.
Matinéin byrjar stundisliga kl. 11.30 og er ókeypis