KÍ úr Leirvík við ongum

Klaksvíkingar hava í dag fingið eitt skot fyri bógvin í royndini at stríða seg upp aftur í bestu deildina í fótbólti.

KÍ vitjaði í Leirvík, og næstbesta liðið hjá Víkingi vann 2-1.

Hans Pauli Petersen legði heimaliðið framum í 12. minutti við langskoti. Tá ið tað restaðu trettan minuttir økti Martin Olsen um Víkinga leiðsluna, tá ið hann eftir góða temjing umsetti innlegg úr høgru frá Per Gregersen til mál.

Í 81. minutti minkaði Steffan Kalsø um munin eftir einmansavrik. KÍ royndi síðstu løtuna av leggja trýst á, uttan at tað eydnaðist klaksvíkingum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

Dómarin vísti tveimum spælarum av vølli. Dygst fyri steðgin sá KÍ liðformaðurin, Jógvan Isaksen, gula kortið fyri aðru ferð og harvið tað reyða, og í 64. minutti var tað Petur Dalbø hjá Víkingi, sum sá gult fyri aðru ferð og harvið varð rikin av vøllinum.